U17-kvinnur: Stórsigur á Ísrael

Dysturin millum U17-kvinnurnar hjá Føroyum og Ísrael var ongantíð spennandi, til tess var munurin á liðunum alt ov stórur. Føroyar vunnu trygt, 38-22, eftir hálvleiksstøðuna 22-9.

Tað var sjónligt rættiliga skjótt í dystinum, at Ísrael var eitt væl veikari mótstøðulið, í mun til Grikkaland í gjár. Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan og vóru frammanfyri heili 9-1, longu eftir 10 minuttir. Ísrael tók time-out og royndu at mansverja Silju Eystberg. Hetta órógvaði føroyska spælið eina løtu og vóru heldur nógvar villur, men funnu okkara tó skjótt stevið aftur. Maria Beder byrjaði í føroyska málinum í dag og stóð hon eisini ein góðan fyrra hálvleik. Dysturin var longu væl og virðiliga avgjørdur, tá farið var til hálvleiks við 22-9 til okkara.

Í mun til mótstøðuna, so brúktu venjararnir høvið at fáa flestu leikarar í spæl, og at fordeila kreftirnar í mun til komandi dystir. Í seinna hálvleiki ráddi um at halda leikararnar hugsavnaðar, og at royna ymsar uppstillingar í verju og álopið. Hetta kundi hepnast betri. Verjuspælið var ikki eins gott sum í fyrra hálvleiki og lótu Føroyar fleiri mál inn og fingu málverjarnir fatur á minni. Somuleiðis fingu okkara færri mál í seinna hálvleiki, sum okkara vunnu við trimum í mun til 13 í fyrra. Ísrael var tó ongantíð nær við at koma innaftur í dystin, sum Føroyar vunnu trygt 38-22.

Eftir dystin var málverjin hjá Føroyum, Maria Beder, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Maria stóð serliga væl í fyrra hálvleiki í dystinum.

Næsti dystur hjá Føroyum verður mikudagin kl. 10.30 móti Luksemborg. Dysturin stroymast á ehftv.com. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
5 min. 1-6
10 min. 1-9
15 min. 5-9
20 min. 7-16
25 min. 8-19
30 min. 9-22
35 min. 12-26
40 min. 14-30
45 min. 17-32
50 min. 19-34
55 min. 20-35
60. min. 22-38

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sára Berg á Lag 8
Sára Hórðará 6
Rakul Borgarlíð Joensen 5 (1)
Helena Magnusardóttir 4
Ró Reginsdóttir 4
Silja Geirsdóttir Eystberg 3
Fjóla Skaalum Vilhelm 3
Elida Joensen 2
Marjun Jansdóttir 1
Agatha Djurhuus 1
Karinbeth Kjæbæk 1

Málverjar:
Maria Beder 35%
Gylta á Neystabø 50%

Sigrandi til Oslo

11. januar 2026

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Ongin søla við dyrnar í dag!

11. januar 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Tepurt tap fyri Italia

9. januar 2026

Vinardysturin móti Italia var vinarkendur. Liðini tímdu betri álop enn verju og skiftu nógv út. Føroyar vóru betri fyrstu 40 minuttirnar, men mistu takið seinastu løtuna og taptu 36-34, eftir at Føroyar vóru á odda 19-17 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni