U19-menn: Eitt megnaravrik!

Føroysku U19-mennirnir spældu ein rimmar dyst og bastu silvurvinnarunum frá EM fjør, Svøríki. Úrslitið gjørdist 34-31, eftir javnleik 14-14 í hálvleikinum. Føroyar eru harvið víðari til meginumfarið, har Týskland og Saudi Arabia bíða. Svøríki er úti av topp 16.

Undan dystinum var tað greitt, at Føroyar skuldi vinna fyri at koma víðari úr bólkinum. Svøríki kundu klára seg við javnleiki. Liðini lógu stavn um stavn í 45 minuttir og skiftust um at vera frammanfyri, men Føroyar høvdu munin seinastu 15 minuttirnar. Óli Mittún var í hopla og skeyt heili 17 mál í mál í dag. Okkara hildu ondini eina løtu beint fyri hálvleik, tá krumtappurin í verjuni, sterki strikuleikarin Ísak Vedelsbøl, meiddi sær fótin eftir eina heldur ófantaliga svenska takling. Ísak fór haltandi av vøllinum, men tíbetur ernaðist verjuskansin í hálvleikin og fekk leikt seinna hálvleik.

Eftir minni góða dystin móti Iran, har Føroyar mistu takið seinastu 15 minuttirnar, var søgan hin mótsatta í dag. Føroyar vísti stríðvilja, og við Óla Mittún á odda, tóku okkara veruliga fatur seinastu løtuna og løgdu seg á odda við trimum málum og megnaðu at halda munin heim. Eitt fantastiskt avrik, tá trýstið var harðast.

Eftir dystin var Óli Mittún sjálvsat kosin til dagins leikara. 17 mál tala fyri seg!

Føroyar skulu nú møta Týsklandi og Saudi Arabia í meginumfarinum, sum verður leikt í Opatija, har Føroyar hevur hildið til higartil. Føroyar møta nú Týsklandi mánadagin kl. 16.00, og Saudi Arabia týsdagin kl. 16.00, báðar tíðir eru føroyskar. Dystirnir kunnu stroymast á youtube hjá IHF, sum eitur IHF Competitions.

Dystargongdin Føroyar – Svøríki:
5 min. 1-1
10 min. 3-4
15 min. 6-6
20 min. 7-9
25 min. 10-11
30 min. 14-14
35 min. 16-17
40 min. 20-20
45 min. 24-25
50 min. 28-26
55 min. 30-28
60. min. 34-31

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 17 (4)
Ísak Vedelsbøl 3
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Rókur Ziskason 3
Tróndur Johnsson 3
Niklas Gaard 2
Jákup Egholm 2
Aleksandar Lacok 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 22%

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni