Atgongumerkjasøla til Føroyar – Norðurmakedonia

Atgongumerkini til HM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Norðurmakedonia koma til sølu fríggjadagin 23. februar kl. 12.00 á atgongumerki.fo.

Heimadysturin verður leiktur mikudagin 8. mai kl. 19.00 í Høllini á Hálsi, meðan útidysturin verður sunnudagin 12. mai í Skopje. Tíðspunktið á degnum er enn ikki ásett fyri útidystin.

Vinnarin yvir teir tveir dystirnar kemur víðari til HM-endaspælið, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Kroatia í januar 2025.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni