A-landsliðið hjá kvinnum úttikið

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 17 leikarar til EM-undandystirnar móti Luksemborg, ávikavist á úti- og heimavølli tann 28. februar og 3. mars.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin

Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Dystirnir verða leiktir ávikavist mikudagin 28. februar kl. 17.45 í Luksemborg og sunnudagin 3. mars kl. 17.00 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til dystin í Føroyum fáast til keyps her: Føroyar – Luksemborg, Kvinnur (atgongumerki.fo)

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Ein loysn frá Sendistovuni