Føroyar í potti 2

Føroyska manslandsliðið er styrkismett sum nummar 20 í Europa í løtuni. EHF hevur kunngjørt styrkismetingina undan lutakastinum til næstu EM-undankappingina. Føroyar verða sostatt í potti 2 av 4 til lutakastið.

Styrkismetingin byggir á úrslitini í EM24, HM23 og EM22, har Føroyar vóru við í ávikavist endaspælinum og undankappingunum til seinnu nevndu.

EM-endaspælið í 2026 verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki, og eru hesi londinum tískil beinleiðis við í endaspælinum. Harumframt er Frakland, sum verandi meistari, beinleiðis við í kappingini. Russland er styrkismett omanfyri Føroyar, men eru teir í løtuni útihýstir úr EHF-kappingum vegna innrásina í Ukraina.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær hareftir soleiðis út:
Pottur 1: Týskland, Spania, Ungarn, Ísland, Kroatia, Slovenia, Portugal, Niðurlond

Pottur 2: Eysturríki, Montenegro, Serbia, Pólland, Kekkia, Norðurmakedonia, Føroyar, Grikkaland

Pottur 3: Bosnia Hersegovina, Slovakia, Belgia, Sveis, Rumenia, Litava, Ukraina, Italia

Pottur 4: Finnland, Ísrael, Estland, Georgia, Turkaland, Luksemborg, Kosovo, Lettland

Lutakastið verður 21. mars í Keypmannahavn.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Ein loysn frá Sendistovuni