Steypavinnarar 2024

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum og var tiltakið aftur í ár sera væl vitja. 18 finalur vóru leiktar og hartil var eisini frálíka finalutiltakið saman við Eydnudeildini.

Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, tilsamans 6 – hjá G18, D18, D16, D14, G12 og G10B. VÍF hevði eisini eitt gott vikuskifti og vunnu fýra finalur – hjá monnum, D12B, G10 og D10. Neistin vann eisini fýra finalur – hjá G16, G14 saman við ÍA, G12B og D12. ÍA vann tvær finalur – G14 saman við Neistanum og D10B. Trý feløg vunnu eina finalu í part – Kyndil vann hjá kvinnum, VB vann G14B og KÍF vann D14B.

Allar barnafinalurnar kunnu síggjast á youtube rásini hjá HSF, sum eitur Handball Faroe Islands

Steypavinnarar 2024:
Kvinnur: Kyndil – Neistin 29-21
Dagsins leikari: Turið Arge Samuelsen (Kyndil)

Menn: VÍF – Neistin 31-23
Dagsins leikari: Brandur Silvurstein (VÍF)

G18: H71 – VÍF 27-22
Dagsins leikari: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (H71)

D18: H71 – Neistin 42-26
Dagsins leikari: William Napoleon Djurhuus (H71)

G16: Neistin – VÍF 31-19
Dagsins leikari: Ai Waagstein (Neistin)

D16: H71 – Kyndil 44-42
Dagsins leikari: Ragnar Heinason (H71)

G14: Neistin/ÍA – Kyndil 23-17
Dagsins leikari: Sigrid Hansdóttir (Neistin/ÍA)

G14B: VB – Stjørnan 29-24
Dagsins leikari: Rannvá Ryan (Stjørnan)

D14: H71 – Tjaldur 37-20
Dagsins leikari: Axel Holm Simonsen (H71)

D14B: KÍF – Team Klaksvík 31-11
Dagsins leikari: Jákup Jacobsen (KÍF)

G12: H71 – Søljan 26-11
Dagsins leikari: Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal (H71)

G12B: Neistin c – VÍF b 20-13
Dagsins leikari: Ró Apolonia Hansdóttir (Neistin)

D12: Neistin – H71 21-17
Dagsins leikari: Jósef Etinosa Erharuyi (H71)

D12B: VÍF – ÍA 21-14
Dagsins leikari: Tóri Pedersen (VÍF)

G10: VÍF – StÍF 12-11
Dagsins leikari: Aura Berg Mikkelsen (StÍF)

G10B: H71 b – Neistin 17-12
Dagsins leikari: Ása Niklasdóttir (H71)

D10: VÍF – SÍF 20-10
Dagsins leikari: Brandur Martinsson (VÍF)

D10B: ÍA – H71 d 10-9
Dagsins leikari: Óli Frederiksen (ÍA)

Atgongumerkjasøla Føroyar – Bosnia-Hersegovina

13. apríl 2026

Mánadagin 20. apríl kl. 10.00 koma atgongumerkini til HM play-off-dystin hjá monnum millum Føroyar og Bosnia-Hersegovina til sølu. Dysturin verður leygardagin 16. mai kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

EM-lutakast hósdagin

13. apríl 2026

Komandi hósdag, tann 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Oradea ella Cluj-Napoca í Rumenia, í Brno í Kekkia ella Katowice í Póllandi.

Avgjørt í fyrra hálvleiki

12. apríl 2026

Hóast munurin var hin sami sum seinast móti Montenegro, 5 mál, so var talan um ein misjavnan føroyskan dyst, sum var meira ella minni avgjørdur í hálvleikinum, tá Montenegro var á odda 22-16. Bæði liðini skiftu nógv út í seinna hálvleiki, sum okkara tó vunnu 12-9, og gjørdist munurin sostatt bert 5 mál , 31-26.

Ein loysn frá Sendistovuni