Kyndil og VÍF eru steypavinnarar

Kyndilskvinnur og VÍF-menn vunnu bæði greiðar sigrar í dagsins Faxe Kondi steypafinalum.

Kyndil er vinnari av Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum 2024. Kyndil vann ein greiðan 29-21 sigur á Neistanum, eftir hálvleiksstøðuna 12-7 til Kyndil. Við einari krútsterkari verju, einari vælleikandi Jovanu Stranjanac í málinum og einari flúgvandi Turið Arge Samuelsen í álopinum, var sigurin grundlagdur. Kyndil var omaná frá byrjan og vístu tær hvat betra liðið var á degnum. Turið Arge Samuelsen var eisini kosin dagsins leikari og skeyt hon heili 15 mál.

VÍF er vinnari av Faxe Kondi kappingini hjá monnum 2024. VÍF vann ein greiðan 31-23 sigur á Neistanum, eftir hálvleiksstøðuna 17-12 til VÍF. Neistin byrjaði dystin betur og vóru omaná fyrstu 20 minuttirnar, men setti VÍF tá Filip Jojic á vøllin og Brand Silvurstein í málið. Báðir gjørdu stóran mun beinanvegin og høvdu teir eftir stuttari løtu toga VÍF fram um. Tað var eingin vegur aftur fyri Neistan og økti VÍF bara um munin í seinna hálvleiki Eftir dystin var Brandur Silvurstein, málverjin hjá VÍF, kosin dagsins leikari.

Hetta er sættu ferð í søguni, at kyndilskvinnur vinna steypakappingina, meðan tað er áttandu ferð hjá VÍF-monnum.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Ein loysn frá Sendistovuni