Elias tilnevndur av IHF

Fyri serliga góð og merkisverd avrik í 2023, hevur Altjóða hondbóltssambandið, IHF, tilnevnt Elias Ellefsen á Skipagøtu til 2023 IHF Young Male World Player of the Year. Elias er tilnevndur saman við Juri Knorr og Nils Lichtlein úr Týslandi.

Les meira um tilnevningarnar her:
IHF | 2023 IHF Young Male World Player of the Year nominees revealed

Tað ber til at atkvøða um hvør skal vinna frá í dag fram til 11. mars. Neyðugt er at skráset seg fyri at atkvøða. Les meira um hvussu tað kann atkvøðast her:
IHF | Voting for the 2023 IHF World Player of the Year opened

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Ein loysn frá Sendistovuni