Silja avloysir Rakul

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum ferðast til Luksemborg í dag. Silja Arngrímsdóttir Müller er kallað inn fyri Rakul Wardum, sum hevur ein skaða at dragast við.

Føroyski málverjin hevur fingið ein snudd, og verður hon tískil ikki við í Luksemborg. Hon verður tó møguliga við til heimadystin móti Luksemborg, komandi sunnudag. Landsliðsvenjararnir hava í hennara stað úttikið Silju Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum. Silja er 20 ára gomul og hevur nógvar ungdómslandsdystir í skjáttuni. Silja var eisini partur av A-landsliðshópinum, sum møtti Svøríki í fyrsta dystinum í hesari EM-undankappingini.

Føroyski hópurin móti Luksemborg sær sostatt soleiðis út mikudagin:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin

Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Føroyar møta Luksemborg mikudagin kl. 17.45 á útivølli og á heimavølli, í Høllini á Hálsi, sunnudagin kl. 17.00. Atgongumerki til heimadystin fáast til keyps á atgongumerki.fo.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Ein loysn frá Sendistovuni