Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen

Tá føroysku A-landsliðini eru saman, er tað útyvir týdningarmiklar fyrireikingar, eisini møguleikin hjá okkara venjarum kring landið at fáa íblástur frá okkara A-landsliðsvenjarum, sum hava nógvar royndir frá altjóða hondbóltsheiminum.

Eitt tílíkt íblástrarskeið verður í kvøld, hóskvøldið frá kl. 20.00 – 22.30 í Hoyvíkshøllini. Tað er ókeypis og øll eru vælkomin at hyggja eftir venjingini, sum er saman við dreingjum 16 hjá H71.

Myndin er frá tí seinsta íblástrarskeiðnum, sum var herfyri saman við kvinnulandsliðsvenjaranum Claus Leth Mogensen á Skála.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni