Lýsing eftir dómaramennara

Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til døming og kringviðurskiftini í hesum sambandi. Ásannandi tørvin at stimbra og menna dómaraumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF tískil eftir einum dómaramennara.

Starvið
Yvirskipaða uppgávan hjá dómaramennaranum verður at vegleiða dómarum og eygleiðarum, og at menna føroyska døming, soleiðis at tey, sum hava áhugað fyri døming, kunnu mennast í leiklutinum.

Í hesum sambandi eru fleiri ítøkiligar uppgávur, m.a.:
– At seta í verk stigvísa útbúgvingarskipan
– At tryggja kravseting til, og um neyðugt, útbúgving av undirvísarum
– At skipa fyri skeiðum og testum
– At áseta A-dómarar og eygleiðarar til dystir í fremstu deildunum

Dómaramennarin skal skipa arbeiðið í samstarvið við Dómaranevndina og umsitingina hjá HSF. Dómaramennarin skal eisini luttaka á mánaðarligum fundi saman við Dómaranevndini. Arbeiðstíðin er á leið 8 tímar um vikuna og verður starvið skipað eftir avtalu. Lønt verður eftir avtalu innanfyri karmarnar fyri ítróttasamsýning.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar
HSF leitar eftir einum mennara, sum hevur áhugað og skil fyri hondbóltsdøming, góð samstarvs- og samskiftisevni og eru skipað/-ur í sínum virki.

Umsókn og nærri kunning
Umsóknir skulu sendast til ari@hsf.fo, í seinasta lagi 31. mars. Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við skrivaran hjá Dómaranevndini, Ára Rouch, tlf. 231982, teldupostur ari@hsf.fo.

Um Dómaranevndina hjá HSF
Dómaranevndin ansar eftir, at dømingin er í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur fyri hondbólt og útvegar dómarar og setur teir til at døma teir dystir í landskappingini og steypakappingini.

Dómaranevndin skipar hartil fyri skeiðum til útbúgving av dómarum, tíðtakarum og skrivarum og syrgir fyri, at ein menningar- og eygleiðaraskipan virkar.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni