Kyndilskvinnur føroyameistarar 2024

Kyndilskvinnur tryggjaðu sær í dag SMS FM-heitið 2024 eftir triðju finaluna móti StÍF. Kyndil hevur sostatt vunnið greipuna hetta kappingarárið og hava tær bert tapt tann eina dystin, sum var hin fyrsti í kappingarárinum.

Dysturin í dag var tættur, hóast Kyndil vann við fýra til endans. Kyndil kom eisini á odda 4-0, men vann StÍF seg síðani inn í dystin. Tað vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni eftir hetta, har liðini skiftust um at vera á odda. Kyndil vísti tó størri styrki, tá dysturin skuldi avgerðast seinastu fimm minuttirnar og vunnu tær felagnum tað áttanda føroyameistarheitið í kvinnuhondbólti.

Úrslitini í finalunum vóru hesi:
28.04.24 Kyndil – StÍF 36-18
01.05.24 StÍF – Kyndil 25-26
04.05.24 Kyndil – H71 23-19

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

14. oktober 2024

Nú stundar til at komandi EM-undankappingin hjá monnum byrjar. Í hesum sambandi hava landsliðsvenjarnir úttikið 18 leikarar til fyrstu dystirnar móti Kosovo og Ukraina.

Ein loysn frá Sendistovuni