Í kvøld kl. 19.00 stendur brakið

A-landsliðið hjá monnum gleðir seg til at síggja tykkum í Høllini á Hálsi til dystin móti Norðurmakedonia kl. 19.00 í kvøld.

Dyrnar lata upp kl. 17.30 og verður víst til parkering í kringøkinum á Hálsi , við Gundadalshøllina, Dansfrøði, BankNordik og Tórsbreyt. Møguleiki verður fyri at fáa andlitsmáling og at keypa sær okkurt lætt.

Tað er útselt til dystin og heitir HSF á fólk um at møta í góðari tíð. Upphiting er í bryggjarínum hjá OY á Heykavegi frá kl. 16.00. Dysturin verður eisini vístur har.

Hevur tú ikki atgongumerki, kann dysturin annars síggjast í KVF, sum sendir frá kl. 18.30, eisini sigur FM1 frá, frá kl. 18.10. Uttanlands kann dysturin stroymast á ehftv.com.

Koyr á Føroyar!

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni