Lutakastið til European Open 2024

Lutakast til European Open hevur verið í morgun, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 1. til 5. juli í Gøteborg.

20 lond luttaka í kappingini og verður leikt í 4 bólkum við 5 liðum í hvørjum bólki. Eftir lutakastið í morgun, sær bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur A: Týskland, Niðurlond, Sveis, Slovakia, Finnland
Bólkur B: Kroatia, Noreg, Ísland, Føroyar, Litava
Bólkur C: Frakland, Svøríki, Portugal, Pólland, Turkaland
Bólkur D: Ungarn, Rumenia, Kekkia, Spania, Kýpros

Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av teimum stóru hondbóltstjóðunum eru við. Liðini nr. 1 og 2 úr hvørjum bólki koma víðari til A-endaspælið og spæla um plássini 1-8, meðan liðini sum enda nr. 4, 5 og 6 spæla B-endaspæl um plássini 9-20.

Ovast 7 liðini í kappingini vinna pláss í 2025 European Youth Olympics í Skopje Norðurmakedonia.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni