8 ungdómslandsdystir komandi vikuskiftið

Komandi vikuskiftið kemur íslendska U16-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir móti Føroyum. Samstundis fara trý landslið til Íslands, talan er um U16- og U18-kvinnur og U20-menn. Dystirnir í Føroyum vera ávikavist leygardagin á Giljanesi og sunnudagin í Kollafirði. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo.

Dystirnir í Føroyum liggja soleiðis:
Leygardagin 1. juni á Giljanesi
kl. 15.00 U16-menn Føroyar – Ísland

Sunnudagin 2. juni í Kollafirði
kl. 15.00 U16-menn Føroyar – Ísland

Talan er um fyrstu landsdystirnar hjá hesum ungu monnunum og eru hesir úttiknir til dystirnar í Føroyum.

Málverjar:
Micah Wardum, H71
Jákup Müller, Neistin
Rókur av Skarði, Neistin
Brandur á Líknargøtu, VÍF

Útileikarar:
Jóan Petur Mortensen, H71
Regin Dam, Neistin
Jákup Jacobsen, KÍF
Gilli Reginsson, Neistin
Jógvan í Lon, H71
Teitur Hellisdal, Kyndil
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hugin Halgirsson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Gabriel Petersen, Kyndil
Sámal í Selvindi, StÍF
Rani Johannesen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Neistin
Ragnar Heinason, H71
Brandur Dánialsson, Kyndil
Árni Lassen, Neistin
Ronni Reyðberg, Team Klaksvík
Dávid Høganson Viderø, H71

Stór European Cup vika

29. september 2026

Spennandi European Cup vika er fyri framman fyri kvinnuliðini hjá Neistanum og H71. Neistin skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini. Í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

28. september 2026

Mánadagin 5. oktober 2026 kl. 10.00 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Ein loysn frá Sendistovuni