Spennandi hondbóltsvikuskifti

Eitt spennandi hondbóltsvikuskifti stendur fyri framman. Trý føroysk ungdómslandslið eru í dag farin til Íslands, meðan U16-mennirnir spæla tveir venjingardystir í Føroyum.

Føroysku U16-mennirnir spæla um vikuskifti tveir venjingar dystir ímóti Ísland í Føroyum. Talan er um fyrstu landsdystirnar hjá hesum ungu monnunum. Dystirnir vera leiktir á Giljanesi og í Kollafirði. Møguleiki verður fyri at stroyma dystirnar á live.hsf.fo.

Í morgun fóru U16-, U18-kvinnur og U20-menn til Íslands, har venjingardystir ímóti Íslandi eru á skránni. Dystirnir verða leiktir leygardagin og sunnudagin á Safamýri í Reykjavík. Dystirnir kunna vantandi stroymast.

Føroyski hópurin, ið skal royna seg ímóti Íslandi á Giljanesi og í Kollafirði sæst HER.

Liðini, sum eru farnir til Íslands at bjóða íslendingum av eru at síggja HER.

Skráin fyri dystirnar í Føroyum er hendan:
Leygardagin, 1. juni 2024 á Giljanesi
15:00 Føroyar – Ísland (U16-menn)

Sunnudagin, 2. juni 2024 í Kollafirði
15:00 Føroyar – Ísland (U16-menn)

Skráin fyri dystirnar í Íslandi er hendan (føroyska tíð):
Leygardagin, 1. juni 2024 á Safamýri
13:00 Føroyar – Ísland (U16 kvinnur)
15:00 Føroyar – Ísland (U18 kvinnur)
17:00 Føroyar – Ísland (U20 menn)

Sunnudagin, 2. juni 2024 á Safamýri
13:00 Føroyar – Ísland (U16 kvinnur)
15:00 Føroyar – Ísland (U18 kvinnur)
17:00 Føroyar – Ísland (U20 menn)

Kyndil føroyameistarar 2026

6. mai 2026

Kvinnurnar hjá Kyndli tryggjaðu sær í kvøld SMS FM-heitið 2026, hetta eftir fjórðu finaluna móti VÍF. Hetta er 10. FM-heitið hjá kyndlakvinnum.

Mánadagin, 4. mai kl. 10.00, koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu

3. mai 2026

Ætlar tú til Katowice í desember 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri kvinnur, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Spodek arena?

Sendistovan nú stórstuðul hjá HSF

29. apríl 2026

Hondbóltssambandið og Sendistovan hava longt stuðlasamstarvið. Sendistovan, sum hevur verið stuðul hjá HSF í góð 10 ár, er nú vorðin stórstuðul.

Ein loysn frá Sendistovuni