U16-kvinnur: Ymiskir hálvleikir móti Finnlandi

Hóast ein fínan fyrra hálvleik, har Føroyar vóru frammanfyri 15-13, so taptu okkara móti Finnland, 31-27, tá tað stykkis.

Føroyar vóru omaná í fyrra hálvleiki. Amilia Agnarsdóttir Joensen var flúgvandi í føroyska álopsspælinum við sínum kraftfulla spæli, bæði ein móti einari og við langskotum útifrá. Amilia gjørdi heili 11 av teimum 15 føroysku málunum í fyrra hálvleiki. Okkara royndu seg nógv við yvirgangsspælið av høgra bakki og hetta riggaði væl og opnaði verjuna hjá finnum. Finnar hingu tó í, vóru bert tvey mál á muni í hálvleikinum 15-13 til Føroyar.

Føroyska spælið var ikki eins gott í seinna hálvleiki. Finnar pakkaðu Amiliu væl inn og gekk tað verri at fáa hana í spæl. Hinar megnaðu tíverri ikki at lyfta spælið nóg væl uttan hana, tekniskar villur snýkti seg í føroyska spælið og ov nógv skot vóru brend. Verjan fekk ikki nógv væl fatur og fingu føroysku málverjarnir ikki fatur í mongu langskotunum hjá Finnlandi. Finnar sýntust at hava fleiri streingir at spæla uppá og vóru bert 5 minuttir farnir av seinna hálvleiki, tá Finnland koma fram um. Okkara fingu ongantíð veruliga at fatur í teimum aftur og endaði tað við at Finnlandi vann 31-27.

Føroyar spæla tveir dystir í morgin, kl. 09.30 móti Niðurlondum og kl. 15.30 móti Slovakia. Úrslit og leiksskrá síggjast her: W16 EHF European Open 2024 (eurohandball.com)

Málskjúttar Føroyar – Litava:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 13
Halla Haldansen 5
Solveig Ripley 3
Anna á Borg 3
Lý Magnussen 2
Bjørk Mariusardóttir 1

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni