Stroyming av U20 EM

Um minni enn eina viku, mikudagin 10. juli, byrjar EM-endaspælið hjá U20-monnum, sum verður leikt í Celje í Slovenia. SolidSport hevur keypt rættindini at vísa allar dystirnar í Norðanlondum, og verða teir vístir á handball-globe.tv

Fram til og við 7. juli ber til at keypa atgongd til allar dystirnar í kappingini fyri 25 euro, eftir hetta er kostnaðurin 30 euro.

Keypið via leinki niðanfyri:
Start | handball-globe.tv

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni