U18-menn: Skráin fyri miðumfarið

Við sigrinum á Italia í dag, blivu Føroyar nr. 2 í innleiðandi bólkinum. Ísland vann bólkin, meðan Italia gjørdist nr. 3 og Montenegro nr. 4. Við hesum koma Føroyar at leika um 9. – 16. pláss í EM-endaspælinum í Montenegro.

Úrslitið í bólkaspælinum merkir eisini, at Føroyar eru tryggjaðar U20 EM-endaspæl hjá hesum árganginum í 2026. Næsta gularótin verður eitt HM pláss í 2025. Til hetta krevst, at Føroyar gerðast í minsta lagi nummar 15 í hesum EM-endaspælinum. Skráin komandi dagarnar fyri miðumfarið sær soleiðis út:

Mánadagin 12. august kl. 13.30 Føroyar – Kekkia
Týsdagin 13. august kl. 11.00 Slovenia – Føroyar
Hósdagin 15. august kl. 11.00 Portugal – Føroyar

Fríggjadagin verður krossdystur og leygar- ella sunnudagin plaseringsdystur.

Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)



Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni