U18-menn: Taptu dystin í fyrra hálveiki

Hóast ein fínan seinna hálvleik, so vóru føroysku U18-menninir júst ov stuttir móti Kekkia og taptu 29-28, eftir hálvleiksstøðuna 18-13 til Kekkia.

Í mun til teir tveir undanfarnu dystirnar, fekk føroyska verjan als ikki fatur frá byrjan, og komu kekkar lætt til stórar kjansir. Føroyska álopið koyrdi væl í løtum og komu okkara fyri tað mesta fram til møguleikar. Okkara gjørdu tó heldur nógvar villur ta einu løtuna og fingu kekkar fleiri løtt mál uppá skjótálop og løgdu seg nøkur mál fram um. Lýðar í Dímun kom inn í føroyska álopið, og stóð hann seg væl við fimm málum í fyrra hálvleiki. Neyvleikin var tó sum heild størri hjá kekkum, og fóru teir til hálvleiks frammanfyri 18-13.

Føroyar spældu 7 móti 6 tað mesta av seinna hálvleiki og hepnaðist hetta væl. Rúnar Hammer kom veruliga í gongd, og var hann ein støðug, ágangandi hóttan móti kekkisku verjuni og gjørdi fleiri góð mál. Føroyar hálaðu spakuliga inn og javnaðu í 49. minutti. Okkara komu tó ongantíð fram um, og var tað tann seinasti neyvleikin, sum vantaði seinastu 10 minuttirnar.

Eftir dystin var Lýðar í Dímun kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Lýðar spældi bert góðar 20 minuttir í fyrra hálvleiki, men var sera farligur og gjørdi 5 mál. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin móti Slovenia kl. 11.00, føroyska tíð. Slovenia vann í morgun 31-28 á Portugal. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Kekkia
5 min. 2-3
10 min. 4-5
15. min. 6-10
20 min. 9-12
25 min. 11-15
30 min. 13-18
35 min. 15-20
40 min. 17-20
45 min. 21-23
50 min. 24-25
55 min. 26-27
60 min. 28-29

Málskjúttar hjá Føroyum:

Rúnar Hammer 7
Lýðar í Dímun 5
William N. Djurhuus 5
Pauli Rasmussen 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2
Jón Midjord 2
Magnus Árason 1
Jákup Egholm 1 (1)
Filip Haldansen 1
Haraldur Karlsson 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 37 min., 8 bjargingar, 29%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 23 min., 1 bjarging, 11%

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni