U18-menn: Stríðsdystur endaði javnur

Talan gjørdist ikki um tað vakra og poleraða spælið í dystinum millum Føroyar og Montenegro. Harafturímóti var stríðsviljin og spenningurin í hásæti. Dysturin var málfátækur og endaði 20-20, eftir hálvleiksstøðuna 8-8.

Føroyar byrjaðu við 5-1 verju í dag, í mun til 6-0 í gjár. Hetta hepnaðist væl og skuldu montenegrinar veruliga stríðast fyri málini, tá Ingi Johannesen eisini stóð væl í málinum. Føroyska álopið manglaði tó flog. Ov nógvir feilir vóru gjørdir og skot brend. Montenegro vardi eisini offensivt og órógvaði hetta okkara. Tað komu fá mál av tí sama í fyrra hálvleiki. Liðini fyldust tað mesta av hálvleikinum og vóru ongantíð fleiri enn tvey mál á muni. Hálvleiksstøðan var 8-8.

Seinni hálvleikur líktist fyrra, har tað var í álopinum at okkara stríddist at finna loysnir. Liðini fylgdust og vóru ongantíð fleiri enn tvey mál á muni. Dysturin lá og vippaði seinastu 10 minuttirnar, men vóru tað Føroyar, sum høvdu stóru møguleikarnar seinastu løtuna. Her var ov illa brent, og fingu vertirnir tíverri hála ein javnleik heim í seinastu sekundunum. Dysturin endaði 20-20.

Eftir dystin var Jákup Egholm kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jákup spældi ein frálíkan dyst, har hann vardi frammi og var hann eisini føroyskur toppskjútti við 6 málum uppá 8 royndir. Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin kl. 11.00, føroyska tíð. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Montenegro
5 min. 1-2
10 min. 2-3
15. min. 5-4
20 min. 6-5
25 min. 6-6
30 min. 8-8
35 min. 10-10
40 min. 11-12
45 min. 13-15
50 min. 15-16
55 min. 18-18
60 min. 20-20

Málskjúttar hjá Føroyum:

Magnus Árason 6
Jákup Egholm 6
Pauli Rasmussen 3
Rúnar Hammer 2
Lýðar í Dímun 2
Filip Haldansen 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 51 min., 8 bjargingar, 36%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 9 min., 3 bjargingar, 38%

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni