U18-menn: Søtur sigur á Italia

Føroysku U18-menninir sýndu veruliga, at teir vildu spæla, har tað er stuttligt í EM-endaspælinum. Føroyar settu seg á dystin móti Italia frá byrjan og vunnu greitt, 34-26, eftir hálvleiksstøðuna 16-10 til Føroyar.

Føroyar fingu eina góða byrjan í verjuni saman við Inga Johannesen í málinum. Føroyar vardu aftur 5-1 við Jákupi Egholm frammi og órógvaði hetta eisini italienarar. Føroyar vóru frammanfyri 7-2 eftir 10 minuttir, hóast hetta, so var dysturin eisini merktur av tekniskum villum og brendum skotum, hetta frá báðum liðum. Føroysku bakkarnir vóru ágangandi og løgdu eitt gott trýst, sum skapti kjansir. Føroyar hildu leiðsluna og fóru hálvleiks frammanfyri 16-10.

Italia komu langt fram at verja frá byrjan í seinna hálvleiki. Hetta órógvaði føroyska spælið og gjørdu okkara ov nógvir feilir fyrstu løtuna. Italia minkaði um munin hesa løtuni niður í trý, áðrenn okkara svaraðu aftur um miðjan hálvleik. Tað var m.a. annað við einum sera vælleikandi Paula Rasmussen á høgra bakki hesa løtuna at dysturin var avgjørdur. Sterki bakkurin sýndi sína stóru kropsstyrki og setti mótstøðumennirnar av ferð eftir ferð. Føroyska liðið øktu aftur so líðandi og vunnu ein fínan 34-26 sigur.

Eftir dystin var Pauli Rasmussen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Pauli gjørdi 10 mál og trakkaði veruliga til, tá tað stóð á í seinna hálvleiki. Føroyar blíva við sigrinum antin nummar 2 ella 3 í bólkinum, og koma við hesum at spæla um plássini 9-16 í EM-kappingini, har HM-pláss eisini eru uppá spæla. Næsti dystur hjá Føroyum verður mánadagin og kemur dystarskráin út seinni í dag. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Italia
5 min. 3-0
10 min. 7-2
15. min. 8-5
20 min. 10-6
25 min. 13-8
30 min. 16-10
35 min. 17-12
40 min. 20-16
45 min. 23-18
50 min. 27-20
55 min. 30-23
60 min. 34-26

Málskjúttar hjá Føroyum:

Pauli Rasmussen 10
Magnus Árason 8
Jákup Egholm 8 (6)
Rúnar Hammer 5
Lýðar í Dímun 1
Fríði í Innistovu 1
Erling Erlendsson 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 47 min., 8 bjargingar, 29 %
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 13 min., 1 bjarging, 14 %

Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum til HM-endaspælið hjá monnum

8. juni 2026

Komandi mikudag, tann 10. juni kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið um bólkabýtið til HM-endaspælið hjá monnum. Tá verður eisini greitt, í hvørjum býi Føroyar skulu spæla í og hvørji mótstøðuliðini verða. Tað einasta sum er greitt, er at Føroyar ikki koma at spæla í Stuttgart og koma ikki í bólk við Fraklandi ella Italia.

Starvsnevndin óbroytt

8. juni 2026

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Klaksvík. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni