H71 og VÍF úti úr Europa

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Sigurin hjá VÍF var tó ikki nóg stórur til at teir kundu fara víðari í kappingi, hetta tí VÍF taptu fyrra dystin við 7 málum, 29-22. VÍF vóru á odda við 7 málum tíðliga í seinna hálvleiki í seinna dystinum, men megnaði tó ikki at halda hesa leiðsluna til dystarlok. Handball Westwien fór sostatt víðari við samlaða úrslitnum 59-56 yvir teir tveir dystirnar.

H71 spældu báðar dystirnar á útivølli í Brixen í Italia móti SSV Brixen. Eisini her var munurin 7 mál í fyrra dystinum, 40-33 til SSV Brixen. H71 stóð seg betri í seinna dystinum, har teir leingi vóru væl við í dystinum. Brixen var tó stinnari í seinna hálvleiki og vunnu 34-30, tilsamans 74-63.

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Ein loysn frá Sendistovuni