Upplegg og íblástur við Claus Dalgaard-Hansen

Kom og hoyr um royndirnar hjá Claus Dalgaard-Hansen og fá íblástur til venjing. Hósdagin 29. mai verður fyrilestur og íblástrarvenjing við viðurkenda danska venjaranum Claus Dalgaard-Hansen.

Claus er av einum av royndastu og kendu venjara- og talentmennarum í norðanlondum. Claus hevur verið virkin í hondbóltsheiminum í fleiri áratíggju og hevur drúgvar royndir sum venjari hjá børnum, ungum og vaksnum. Frá 2008 til 2018 var hann ungdómslandsliðsvenjari og talentstjóri í Danska hondbóltssambandinum. Hann hevur hartil verið hjálparvenjari hjá danska A-landsliðnum hjá monnum. Seinastu árini hevur hann virkað sum talentmennari fyri Norska hondbóltssambandið, har hann bæði arbeiðir beinleiðis við leikarum og við at styrkja menningararbeiðið hjá feløgum kring landið. Claus er eisini kendur fyri áhaldandi at virka fyri nøkrum grundleggjandi hugsjónum um at síggja íðkarar sum “heil menniskju” – ikki bara sum ítróttafólk og at virka fyri at skapa trygg, kveikjandi og mennandi venjingarumhvørvi, og at varpa ljósa á týdningin av samstarvi millum feløg, útbúgvingarstovnar, foreldur og sambond fyri at tryggja eina heildarmenning av ungum íðkarum.

Uppleggið eitur ”Trý ár í Noreg – greining og íverksetan”, meðan venjingin leggur dent á ”einstaklingaverjuspæl – vurderingsspæl og krosspæl”.

Skráin fyri kvøldið, sum verður í Høllini á Argjahamri sær soleiðis út:

  • 18.30 – 19.30 Upplegg
  • 19.30 – 21.00 Íblástrarvenjing

Melda til her.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni