Gallaveitslan 2025

Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð. Fram um allar aðrar ítróttargreinar í Føroyum hevur tað eydnast hondbóltinum at skapt eitt spennandi og afturvendandi tiltak eftir kappingarlok, sum íðkarar og fólk kring um síggja fram til og luttaka í. Eitt av hæddarpunktunum er valið av ársins leikarum, venjarum og dómarum.

Gallaveitslan 2025 verður leygardagin 17. mai kl. 18.00 í bygdahúsinum á Strondum við StÍF sum fyriskipara. Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í samband við tiltakið. Meðan StÍF hevur ábyrgdina av sjálvari veitsluni, verður tað HSF, sum avgreiður atkvøðugreiðsluna um ársins hetta og hatta. Handanin av ársins hetta og hatta verður undir sjálvum borðhaldinum í bygdahúsinum. Tað vera høvuðs-, deildar- og stórstuðlar hjá HSF, sum fara at lata og handa steypini.

Treytirnar fyri ábyrgdarbýtið av tiltakinum eru fyriskrivaðar í skipan, sum var sett í verk í 2018. Hugsanin tá og nú er støðugt at lyfta tiltakið, og tað er eitt greitt ynski frá bæði HSF og StÍF at umframt leikarar, venjarar og dómarar í deildunum hjá teimum vaksnu fara eisini nevndir og samskiparar hjá feløgunum at luttaka. Eisini frá teimum feløgunum, sum ikki hava lið í SMS og/ella Burn deildini. Stóru stuðlarnir hjá HSF koma við, og ætlanin er at arbeiða fyri, at miðlarnir í enn størri mun kasta ljós á tiltakið.

HSF skipar sum sagt fyri atkvøðugreiðsluni um ársins hetta og hatta. Tey í velja eru, eitt leikaraumboð/liðskipari, høvuðsvenjararnir hjá liðunum í SMS- og Burn deildini, fjølmiðlarnir, sum fylgja hondbóltinum og landsliðsvenjararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum. Atkvøtt verður við 3, 2 og 1 stigi, og atkvøðugreiðslan, sum er almenn, verður eftir finalurnar.

Tilmelding.

  • Evstamark fyri tilmelding til Gallaveistsluna 2025 er mikudagin 30. apríl. Prísur kr. 475,- fyri hvønn. Tilmelding fer fram við at hvørt felag sær sendur eitt yvirlit yvir hvørjir persónar eru við til pb@mest.fo. Samstundis skal samsvarandi upphæddin flytast til konto í Betri Banka 9181-5038687, viðmerk felag/gallaveitslan 2025.

Fyribilsskráin fyri Gallaveitsluna. (Tillagingar kunnu koma)

18.00             Bjóðja verður vælkomin
19.00             Farið verður til borðs.
19.30             2 rættað matskrá, sangur, innsløg og handan av ársins hetta og hatta.
23.00             Dansur við DJ Kára Annand Berg

StÍF og HSF gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2025. Undirtøkan verður ivaleyst góð, og vónandi síggja vit leikarar, venjarar, dómarar, leiðarar og nevndarlimir, soleiðis at vit, saman við stóru stuðlunum hjá HSF og miðlunum, fáa eina rimmar veitslu, og ein virðuligan enda á hondbóltskappingarárið 2024/25.

Við ítróttarkvøðu

StÍF og HSF

Montenegro, Spania, FØROYAR og Paraguei

22. mai 2025

Tað var greitt undan lutakastinum, at Trier í Týsklandi verður heimstaðurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í november/desember. Vertirnir høvdu ynskt at staðseta Føroyar í bólk D, hetta við fjepparum og atgongumerkjasølu fyri eyga. Við lutakastinum í S´Hertogenbosch í dag, gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Montenegro, Spania og Paraguei.

HM-lutakast hósdagin kl. 17.00

21. mai 2025

Í morgin, hósdagin 22. mai kl. 17.00, verður HM-lutakastið hjá kvinnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð. Lutakastið kann stroymast her.

6 ungdómslandsdystir móti Íslandi

21. mai 2025

Føroyar hava seinastu árini havt gott samstarv við íslendska hondbóltssambandi um ungdómslandsdystir. Soleiðis er eisini í ár og er talan um gentusíðuna. Fyrst fer U15-landsliðið til Íslands vikuskiftið 31. mai – 1. juni, meðan U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Íslandi koma á vitjan í Føroyum hálvan juni.

Ein loysn frá Sendistovuni