U15-kvinnur dystast í Íslandi

Hetta vikuskiftið er U15-landsliðið hjá kvinnum í Ísland, har tær fara at spæla sínar fyrstu landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist leygardagin kl. 17.00 og sunnudagin kl. 15.00 føroyska tíð.

Vit arbeiða við at fáa atgongd til stroyming av dystunum og kunna um hetta, so skjótt greiði er á hesum.

Hesar eru í føroyska hópinum:

Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Sofía Sigurstein, Kyndil

Útileikarar:
Helena Holm, VB
Hervør Hansen, Kyndil
Sára Hjørleifsdóttir, VÍF
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Hanna Thomsen, Neistin
Nana Yaa Deku, H71
Olivia Kristiansen, H71
Lea Traber Olsen, H71
Fía Nolsøe, H71
Anna Lamhauge, H71
Andrea Heinadóttir, Søljan
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71
Aibritt á Plógv, Kyndil

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjarvenjari Nicholas Satchwell, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni