Tveir sigrar á Íslandi

Føroysku U15-kvinnurnar hava í vikuskiftinum verið í Íslandi og spælt tveir vinardystir móti Íslandi. Føroysku kvinnurnar gjørdu bart og vunnu báðar dystirnar.

Fyrri dysturin, leygardagin, endaði 27-24 til Føroyar, eftir at okkara vóru frammanfyri 15-13 í hálvleikinum. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Sigrið Hansdóttir 12, Hanna Thomsen 7, Olivia Kristiansen 4, Fía Nolsøe 2, Gyða Beata Djónadóttir 1, Anna Lamhauge 1

Seinni dysturin, sunnudagin, endaði eisini við føroysku sigri. Úrslitið gjørdist 27-26 til Føroyar, eftir javnleik 13-13 í hálvleikinum. Málskjúttar hjá Føroyum vóru: Sigrið Hansdóttir 10, Fía Nolsøe 5, Hanna Thomasen 4, Anna Lamhauge 2, Aibritt á Plógv 2, Gyða Beata Djónadóttir 1, Olivia Kristiansen 1, Sunfríð Zachariasen 1, Hervør Hansen 1

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni