Tungur týskur dansur

Kropssterka týska verjan var ov tung at dansa við hjá føroysku U17-monnunum í dag. Týskland var 26-21, eftir hálvleiksstøðuna 16-10 til Týskland.

Eftir eitt megnaravrik móti Íslandi í gjár, var ikki sama flog yvir U17-monnunum í dag. Leikferðin var lægri og megnaðu okkara aldrin rættiliga at fáa glið á spælið. Týska verjan stóð stinn og brutu føroyska spælið ferð eftir ferð. Okkara runnu eftir og um miðjan fyrra hálvleik var longu 10-5. Føroyska liðið gjørdi heldur nógvar villur og vóru venjararnir leitandi við uppstillingini. Liðini fóru til hálvleiks við 16-10 til Týskland.

Føroyar spældu betri í seinna hálvleiki og vunnu hann við einum máli. Micah Wardum stóð aftur ein fínan dyst í føroyska málinum, og var hann við til at halda Føroyar í dystinum. Føroyska liðið fekk tó roynt nógvar leikarar og uppstillingar og er hetta eisini nakað hesir dystir skulu nýtast til, hetta serliga í mun til fyrireiking til EM næsta summar.

Ísland vann tann fyrrra dystin í dag, 34-30 móti Sveis. Í morgin møtast Týskland og Ísland kl. 10.00, meðan Føroyar møta Sveis kl. 16.00. Vinnur Ísland sín dyst, vinna teir Nordic Open steypið. Vinnur Týskland við 5 málum, vinna teir steypið.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas á Skipagøtu 7 (3)
Hákun Rask Olsen 5
Teitur Bogason 4
Mortan Eyðunarson 1
Teitur Hellisdal 1
Klæmint Ludvig 1
Rani Johannesen 1
Brandur Dánialsson 1

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni