Stórtap fyri Sveis

Føroysku U17-menninir gjørdu einki við eitt vælleikandi sveisiskt lið, sum vann stórsigur 31-18, eftir hálvleiksstøðuna 19-10. Harvið gjørdist Sveis nummar 3 og Føroyar nummar 4 í Nordic Open.

Føroyska liðið koma stak illa frá byrjan og vóru aftandfyri 4-0 longu eftir 5 minuttir. Luftin tóktist vera farin nakað úr ballónini eftir tveir harðar dystir í gjár og fyrradagin. Neyvleikin var ikki til staðar og nógvar villur og spælinum. Okkara vóru við í dystinum í løtum, men var talan um eitt sera uppsett og vælleikandi sveisiskt lið, sum domineraði. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 19-10 til Sveis.

Tað var skjótt eyðsæð at dysturin var farin, og føroysku venjararnir nýttu seinna hálvleik at royna ymsar uppstillingar, at fáa allar leikarar í spæl, hetta við komandi uppgávum fyri eyga. Munurin vaks ikki tað stóra í seinna hálvleiki og endaði dysturin 31-19.

Endaliga støðan í Nordic Open gjørdist harvið, at Týskland, Ísland og Sveis øll fingu fýra stig, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigið. Týskland var best innanhýsis av teimum trimum áðurnevndu og fingu steypið handað í morgun eftir 28-25 sigurin á Íslandi.

Næsta uppgávan hjá ungu monnunum verður EM-endaspælið, sum verður í august 2026 í Serbia.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas á Skipagøtu 7 (2)
Petur Tóri Jacobsen 3
Teitur Hellisdal 3 (1)
Árni Lassen 1
Hákun Rask Olsen 1
Gilli Reginsson 1
Brandur Dánialsson 1
Gabriel Petersen 1

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni