Keypið HM-atgongumerki her

Nú fáast atgongumerkjapakkar til HM-dystirnar hjá kvinnnulandsliðnum til keyps.

Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna.

https://www.eventim.de/en/promotion/ihf-frauen-wm-2025-faroeer-163728/?affiliate=HB8

Føroysku kvinnurnar spæla innleiðandi umfarið í týska býnum Trier, dystirnir liggja soleiðis:

Mikudagin 26. november Montenegro – Føroyar
Fríggjdagin 28. november Spania – Føroyar
Sunnudagin 30 november Føroyar – Paraguay

Føroysku atgongumerkini verða seld í trimum ymsum bólkum:
Kategori 2 79,00 € (Bólkur I)
Kategori 3 69,00 € (Bólkur H blátt)
Kategori 4 49,00 € (Bólkur H lilla)
Seat Map

Gerðast Føroyar millum trý tey bestu londini í innleiðandi bólkinum, gongur leiðin til meginumfarið í Dortmund. Tað er góður møguleiki fyri, at Týskland verður partur av hesum meginumfarinum, og tískil er ein stórur partur av hesum atgongumerkjunum longu seld. Um ein ynskir at tryggja sær møguleikan at fylgja føroyska liðnum til Dortmund, er tað skilagott at keypa sær atgongumerki til meginumfarið nú mikudagin eisini. Hesi kunnu ikki latast innaftur, um tað ikki eydnast føroysku kvinnunum at koma til meginumfarið. Atgongumerkini kunnu keypast ígjøgnum somu leinkju, sum til innleiðandi umfarið.

Atgongumerkini í Dortmund verða seld í trimum ymsum bólkum:
Kategori 3 99,00 € (bólkur 317)
Kategori 4 69,00 € (bólkur 318)
Kategori 5 49,00 € (bólkur 319)
Seat Map

Um Føroyar enda nummar fýra í innleiðand bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla sonevnda Presidents Cup í S´Hertogenbosch, sum er um plássini 24 til 32 í kappingini. Atgongumerki til Presidents Cup eru ikki tøk enn, men vilja sannlíkt ikki verða trupul at fáa hendur á.

Atlantic Airways skipar fyri beinleiðis flogferð til Trier tann 24. november. Kostnaðurin fyri ferðina er 1.897 kr. Talan er um einvegis ferð til Trier. Hesir flogferðaseðlarnir koma til sølu kl. 13.30 í dag, mikudagin 11. juni. Tá tað ikki er greitt hvønn bý Føroyar skulu skulu víðari til og hvussu leingi Føroyar eru við í kappingini, mugu fjepparar sjálvir skipa sína heimferð.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni