Ungdómslandsdystir komandi vikuskiftið

Komandi leygar- og sunnudag, 14. og 15. juni, ávikavist kl. 14.00 og 16.00 báðar dagarnar, vera U17- og U19-kvinnulandsdystir millum Føroyar og Ísland. Dystirnir leygardagin vera í Vestmanna og sunnudagin við Streymin.

Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til komandi EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro. U19 EM verður leikt dagarnar 9. – 20. juli og U17 frá 30. juli til 10. august.

Vinardystirnir millum Føroyar og Ísland kunnu stroymast á live.hsf.fo.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni