Føroyar við í Golden League

Føroysku fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið í Oslo byrja av álvara um mánaðarskiftið oktober/november, tá manslandsliðið skal luttaka í Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi í Noreg.

Talan er virda kapping, sum vanliga verður kastað nógv ljós á. Kappingin er annaðhvørt ár fyri kvinnur og menn, har Danmark, Noreg og Niðurlond luttaka fast og so ein fjórða innboðin tjóð. Í ár hava Føroyar fingið hesa innbjóðing og koma at spæla Spektrum í Tróndheimi í døgunum 30. oktober – 2. november.

Mark Lausen Marcher, ítróttastjóri í HSF, viðmerkir til luttøkuna, “at talan er um ein góðan møguleika hjá Føroyum, har okkara menn sleppa at royna seg móti nøkrum av teimum allarbestu landsliðunum áðrenn EM-endaspælið. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá venjarunum at royna leikarar og hópin í mun til venjingarstøðu og úttøkuna, sum verður í januar.”

Atgongumerkini til Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi, dagarnar 30. oktober – 2. november, koma til sølu 19. juni kl. 11.00. Leinkja verður løgd á heimasíðuna hjá HSF.

Manslandsliðið kemur eisini at spæla tveir venjingardystir í januar áðrenn fráferð til Oslo. Hesir verða á heimavølli Við Tjarnir móti Italia.



U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni