Lærurík U17 EM-fyrireiking

Hóast greitt tap, so sýntust U17-kvinnurnar at fáa nógv burturúr fyrra venjingardystinum móti Íslandi í Vestmanna í dag. Ísland vann dystin 32-26, eftir 19-11 til Íslands í hálvleikinum.

Ísland var betra liðið í fyrra hálvleiki, har okkara høvdu eina langa løtu við ov nógvum villum og ivasomum verjuspæli. Ísland fekk nógv skjótálop og løtt mál, og hetta gjørdi at munurin bleiv ov stórur.

Føroyar vunnu seinna hálvleik við tveimum málum. Okkara høvdu kastað ringastu nervarnar av sær og verjan stóð eisini betri saman við Bjørk Jákupsdóttir í føroyska málinum. Føroysku venjararnir fingu roynt allar leikararnar og sæst tað eisini aftur á málskjúttarlistanum, har heili 13 leikarar gjørdu mál. Dystirnir móti Íslandi eru fyrireiking til U17 EM-endaspælið í Montenegro í august.

Liðini møtast aftur í morgin, sunnudagin kl. 14.00 við Streymin. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Halla Haldansen 6 (3)
Herdis Højgaard Petersen 3
Vár Leo Mortansdóttir 3
Lý Dávadóttir Magnussen 2
Bjørk Mariusardóttir 2
Meta av Fløtum 2
Arina Høgnadóttir Wang 2
Lív Berg á Lag 2
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 1
Karin Durhuus 1
Poula Djurhuus á Neystabø 1
Emily Andresen 1

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni