Brak byrjan

Nordic Open byrjaði við einum braki fyri fullari høll í Runavík í dag. Føroyar spældu ein góðan dyst móti Íslandi, men taptu dystin seinastu løtuna 29-28. Fyrri dysturin var eisini tættur, har Sveis vann 28-27 á Týsklandi.

Fyri einum ári síðani vóru okkara U17 fyri stórtapi fyri Íslandi, 31-19. Søgan var tó ein heilt onnur í dag, har okkara spældu fult upp við íslendingum. Talan var um tvey tendraði lið, sum góvu og tóku í báðum endum og var dysturin tættur allan vegin. Hjá Føroyum var málverjin, Micah Wardum Ragnarsson, sera eyðsýndur. Hann hevði heili 17 bjargingar í dystinum. Boas Ellefsen á Skipagøtu átti eisini sín stóra lut í føroyska avrikinum, serliga í álopinum, har hann skeyt 11 mál. Føroyar vóru frammanfyri við tveimum um miðjan seinna hálvleik, men fóru íslendingar at verja offensivt 5-1 seinastu løtuna. Hetta órógvaði føroyska spæli seinastu minuttirnar. Okkara vóru heldur óneyvir seinastu løtuna og koppaði dysturin tíverri til íslendingar.

Nordic Open heldur fram í morgin Við Tjarnir. Ísland og Sveis spæla kl. 16.00 og Føroyar og Týskland kl. 18.00. Allir dystir verða stroymdir á live.hsf.fo. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.

Málskjúttar hjá Føroyum
Boas Ellefsen á Skipagøtu 11 (5)
Regin Dam 3
Mortan Eyðunarson 3
Teitur Hellisdal 3
Petur Tóri Jacobsen 3
Gabriel Petersen 2
Gilli Reginsson 1
Brandur Dánialsson 1
Teitur Bogason 1

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni