Nordic Open byrjar í dag

Í dag byrjar stóra 4-landa-kappingin fyri U17-menn, Nordic Open. Dystirnir í kvøld vera í Runavík, meðan dystirnir leygar- og sunnudagin vera Við Tjarnir.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík
Kl. 18.00 Sveis – Týskland
Kl. 20.00 Føroyar – Ísland

Leygardagin 7. juni Við Tjarnir
kl. 16.00 Sveis – Ísland
kl. 18.00 Føroyar – Týskland

Sunnudagin 8. juni Við Tjarnir
kl. 10.00 Týskland – Ísland
kl. 16.00 Føroyar – Sveis

Atgongumerki til dystirnar fáast á atgongumerki.fo, men er eisini møguleiki at keypa við dyrnar.

Allir dystir verða stroymdir á live.hsf.fo. Hevur tú hald nýtist tær einki at gera, annars er møguleiki fyri at keypa atgongd til hvønn dyst sær fyri 39 kr. ella allar fyri 99 kr.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni