Føroyar – Danmark á stórskíggja Við Tjarnir

Sunnudagin 2. november verður høvi at uppliva spennandi hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Danmark á stórskíggja Við Tjarnir. Dysturin byrjar kl. 13.00, og dyrnar lata upp kl. 12.15.

Áðrenn dysturin byrjar, koma umboð fyri Hondbóltssamband Føroya at greiða frá um dystin, soleiðis at áskoðararnir fáa eina dygga upphiting og góðan samanhang við sjálvan dystin.

Ókeypis atgongd er til tiltakið, og møguleiki verður at keypa góðgæti í kioskunum.

Tiltakið verður skipað í samstarvi millum Tjarnir og HSF, og eru øll hjartaliga vælkomin at stuðla okkara landsliði saman í góðum felagsskapi og góðum karmum Við Tjarnir.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni