Góðtikið móti Noreg

Føroyar hvíldu Óla Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu til dystin móti Noreg í dag. Føroyar stóðu seg allíkavæl væl, serliga í fyrra hálvleiki. Noreg vísti tó góðsku í seinna hálvleiki og vunnu 34-26, eftir hálvleiksstøðun 16-14 til Noreg.

Føroyar spældu ein frálíkan fyrra hálvleik, fult upp við Noreg. Pauli Mittún stýrdi væl og skilagott í føroyska álopinum, saman við Vilhelm Poulsen og Róa á Skipagøtu á bakkunum. Spælið var tolið og funnu okkara góðar loysnir so hvørt. Einstakir brendir kjansir og onkur villa gjørdi at Noreg var við, og fylgdust liðini so at siga allan hálvleikin og skiftust um at hava leiðsluna. Føroyska verjan stóð fyri tað mest væl og hevði Pauli Jacobsen eisini 7 góðar bjargingar í føroyska málinum í fyrra hálvleiki. Noreg var frammanfyri 16-15 í hálvleikinum, eftir at Føroyar høvdu verið á odda 15-13, stutt fyri steðgin.

Tað hepnaðist minni væl í seinna hálvleiki hjá Føroyum. Verjan stríddist serliga við at fáa fatur á kvika Tobias Grøndahl, sum setti spælið upp fyri Noreg og skapti yvirtal ferð eftir ferð. Okkara royndu seg við 5-1 verju, men var lítil bati. Rói á Skipagøtu var størsta hóttanin í føroyska álopinum, og hevði hann fleiri góð mál uppá langskot, men sum heild stríddust okkara tað mesta av seinna hálvleiki við at finna loysnir. Venjararnir skiftu nógv út og fingu flest allar leikararnar í spæl, men gjørdist spælið samstundis eitt sindur leitandi. Noreg dróg frá sum hálvleikurin leið og vunnu at enda enda ein tryggan 34-26 sigur.

Eftir dystin var Rói á Skipagøtu kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Hann var eisini føroyskur toppskjútti og var saman við Paula Mittún mest eyðsýndi leikarin í føroyska álopsspælinum.

Føroyar spæla aftur í morgin kl. 13.00. Tá verður mótstøðan ferfaldu heimsmeistararnir úr Danmark. Kringvarpið vísir dystin og verður dysturin eisini vístur á stórskermi Við Tjarnir.

Málskjúttar hjá Føroyum
:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Hákun West av Teigum 5 (3)
Pauli Mittún 4
Vilhelm Poulsen 4
Allan Norðberg 2
Teis Horn Rasmussen 2
Rói Berg Hansen 1
Pauli Høj 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Kjartan Johansen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 35 min, 7 bjargingar
Aleksandar Lacok 25 min, 4 bjargingar

Dystargongdin Noreg – Føroyar:
5 min. 2-3
10 min. 6-5
15 min. 7-6
20 min. 10-10
25 min. 12-12
30 min. 16-15
35 min. 19-16
40 min. 23-17
45 min. 25-19
50 min. 27-21
55 min. 31-23
60 min. 34-26

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni