Víðari við Wenzel

P/F Wenzel og Hondbóltssamband Føroya hava longt stuðulssamstarvið fyri tvey tey komandi árini, fram til 2028. P/F Wenzel er stórstuðul hjá HSF og verður sjónligt við Mazda og Wenzel á landsliðsklæðunum komandi tvey árini.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel, hittust herfyri saman við nøkrum av kvinnulandsliðsleikarunum Við Tjarnir, tá Wenzel skipaði fyri stórfingnari 100-ára føðingardagsveitslu, og skrivaðu tey undir nýggja sáttmálan.

  • Sjálvsagt vilja vit halda fram, sigur Rúni Djurhuus. Tað hava verið ógloymandi ferðir við landsliðunum uttanlands, bæði í Berlin og Basel. Nú hava vit eisini fingið karmar her heima Við Tjarnir, og er tað eisini ein uppliving hvørja ferð okkara landslið spæla og føroyingar savnast í fullsettari høll.
    • Wenzel hevur verið ein sera aktivur stuðul tey seinastu árini. Eitt er fíggjarligur stuðul, men hava tey eisini gingið á odda, tá vit hava samstarvað um tiltøk. Her hava EM-túrarnir í Berlin og Basel verið serliga minniligir, hetta m.a. at takka teimum hjá Wenzel, sum saman við øðrum stóðu fyri fleiri av teimum savnandi tiltøkunum, viðmerkir Gunn Ellefsen.

    VÍF víðari

    12. oktober 2026

    Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

    Hesir møta Kosovo og Montenegro

    8. oktober 2026

    Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

    Kvinnulandsliðið úttikið

    7. oktober 2026

    Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

    Ein loysn frá Sendistovuni