Leygardagin 22. november kl. 19.00 spæla føroysku kvinnurnar seinasta fyrireikingardystin undan HM-endaspælinum. Dysturin er móti Íslandi Við Tjarnir. Atgongumerki fáast til keyps her …
Lýsing eftir dómaramennara
24. juni 2026
Føroyskur hondbóltur hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Stóra menningin í spælinum setur alsamt størri krøv til døming og kringviðurskiftini í hesum sambandi. Ásannandi tørvin at stimbra og menna dómaraumhvørvið í føroyskum hondbólti, søkir HSF tískil eftir einum dómaramennara.
U20-kvinnur: Japan ov sterkar
24. juni 2026
Við størri skotneyvleika kundi munurin verið væl minni, men Japan vóru góðar og vunnu greitt, 32-22, móti Føroyum í fyrsta dystinum í U20 HM-endaspælinum í Kina. Hálvleiksstøðan var 16-11 til Japan.
Venjararáðstevna við Jordi Ribera
23. juni 2026
HSF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu við m.a. kenda, spanska landsliðvenjaranum Jordi Ribera.





