Aftur tætt móti Niðurlondum

Eftir ein eittmáls-sigur og javnleik móti Niðurlendum í vár, koppaði dysturin til niðurlendingar í Golden League í Tróndheimi í kvøld. Niðurlendingar vunnu 30-29, eftir at teir vóru frammanfyri 14-12 í hálvleikinum.

Føroyar høvdu avbjóðingar í fyrra hálvleiki og komu illa frá byrjan. Álopsspælið hekk illa saman við tekniskum villum og brendum málmøguleikum. Niðurlendingar vardu væl og hart saman við einum sera vælleikandi Matthias Rex Dorgelo í málinum. Elias á Skipagøtu hevði ikki rættiliga hepni við sær í spælinum og skotunum, hann sat eisini uttanfyri eina góða løtu við einum trælæri, sum hann fekk tíðliga í dystinum. Niðurlendingar høvdu nógvar ónollur í verjuspælinum og fingu eisini eitt reytt kort og nógvar útvísingar ígjøgnum dystin. Okkara ernaðust so líðandi, verjan fekk betur fatur á niðurlendska strikuspælinum og Pauli Jacobsen hevði fleiri góðar bjargingar í málinum. Óli Mittún var stórspælandi í álopinum, og høvuðsorsøkin til at Føroyar hálaðu inn, frá at vera aftanfyri 12-6, til hálvleiksstøðuna aftanfyri 14-12.

Seinni hálvleikur var tættur. Pauli Jacobsen stóð enn væl í málinum, men hevði verjan tó enn ilt við at fáa fatur í dagsins leikara og toppskjútta hjá niðurlendingum, strikan Lars Kooij. Føroyar vóru tó betri fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, sum okkara vunnu við trimum. Liðini skiftust hereftur at hava leiðsluna. Tað vóru bert marginalar sum avgjørdu dystin seinastu 5 minuttirnar, ein teknisk villa og eitt brent skot, og so vóru tað niðurlendingar, sum fóru við sigrinum 30-29. Føroyar fingu nógvar leikarar í spæl í dag og vóru tríggir, sum fingu sína frumroynd á A-landsliðnum, Høgni Heinason, Pauli Høj og Pauli Rasmussen.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin dagsins leikari hjá Føroyum. Óli spældi ein frálíkan dyst og var ein støðug hóttan móti niðurlendsku verjuni. Hann var føroyskur toppskjútti við 6 málum og vann eisini liðnum fleiri brotskøst.

Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin móti vertunum úr Noreg. Dysturin byrjar kl. 15.45.

Málskjúttar hjá Føroyum
:
Óli Mittún 6
Hákun West av Teigum 6(1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (4)
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Vilhelm Poulsen 2
Leivur Mortensen 2
Pauli Høj 1
Teis Horn Rasmussen 1

Dystargongdin Niðurlond – Føroyar:
5 min. 3-1
10 min. 5-3
15 min. 9-4
20 min. 11-6
25 min. 13-9
30 min. 14 -12
35 min. 16-15
40 min. 18-19
45 min. 21-20
50 min. 22-23
55 min. 26-25
60 min. 30-29

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni