Kvinnulandsliðið úttikið

Hesar skulu royna at vinna Føroyar til EM-undankappingardystin í 2026. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Portugal í Mars.

Hesar eru úttiknar til dystirnar:

Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Natasja Hammer, Stjarnan (ISL)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

EM-undankappingardystirnir móti Portugal verða leiktir, ávikavist á heimavølli Við Tjarnir mikudagin 4. mars kl. 19.00 og á útivølli í Portugal, Matosinhos, sunnudagin 8. mars, kl. 17.00, føroyska tíð . Atgongumerki til heimadystin fáast til keyps á www.tjarnir.fo.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni