Effo og Hondbóltssamband Føroya hava longt samtarvið

Við hesum heldur samstarvið fram, sum hevur verið við til at styrkja karmarnar fyri bæði landsliðs- og breiddarhondbóltin. Sum stórstuðul hevur Effo verið sjónligt á flestu pallunum hjá HSF, bæði í sambandi við landsdystir, kappingar og tiltøk runt Føroyar.

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, og Andrass Thomsen, stjóri í HSF, hittust herfyri á Effostøðini í Saltangará, har teir skrivaðu undir nýggjan sáttmálan. 

Andrass Thomsen staðfestir, ”vit í HSF fegnast um, at Effo framhaldandi vil vera við á føroysku hondbóltsferðini. Stuðulin tryggjar okkum møgleikar at menna karmarnar fyri íðkarar, venjarar og feløgini, og er ein týðandi partur av samlaðu menningini av føroyskum hondbólti.”

Gunnar Nielsen viðmerkir til longda sáttmálanum, ”at Effo sum fyritøka framvegis vil taka lut við stuðla ítrótti og teimum mongu sjálvbodnu, sum hvønn dag arbeiða fyri at flyta og menna føroyskan hondbólt. 

 Sáttmálin er galdandi til 2028.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni