Lutakast hósdagin kl. 18.00

Hósdagin 26. mars kl. 18.00, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum. Lutakastið verður í Lissabon í Portugal.

Lutakastið kann stroymast her https://www.youtube.com/@HomeofHandball

Føroyar eru styrkismettar, sum nummar 17 í Europa í løtuni og eru harvið styrkismettar í aðru røð. Styrkismetingin byggir á fýra tær seinasta kappingarnar, ávikavist tvær EM- og tvær HM-kappingar.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Kroatia, Frakland, Týskland, Ungarn, Ísland, Noreg, Slovenia, Svøríki

Pottur 2: Eysturríki, Kekkia, Føroyar, Italia, Norðurmakedonia, Niðurlond, Pólland, Serbia

Pottur 3: Belgia, Bosnia-Hersegovina, Georgia, Grikkaland, Litava, Montenegro, Rumenia, Ukraina

Pottur 4: Estland, Finnland, Ísrael, Kosovo, Lettland, Luksemborg, Slovakia, Turkaland

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki, saman við fýra teimum bestu trý´arunum, koma víðari til EM-endaspælið í januar 2028, sum verður leikt í Sveis, Spania og Portugal. Tað er longu greitt, at um Føroyar vinna seg til endaspælið, at so skal Føroyar spæla innleiðandi bólkaspælið í Lissabon.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni