Sendistovan nú stórstuðul hjá HSF

Hondbóltssambandið og Sendistovan hava longt stuðlasamstarvið. Sendistovan, sum hevur verið stuðul hjá HSF í góð 10 ár, er nú vorðin stórstuðul.

Snið- og samskiftisfyritøkan, sum heldur til á Stiðjagøtu 11 í Havn, hevur staðið fyri øllum design- og lýsingartørvi hjá Hondbóltssambandinum seinastu 10 árini. Jógvan Emil, næstformaður í Starvsnevndini hjá HSF, var herfyri og vitjaði Sendistovuna, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Christiani Nagata, nevndarformanni.

– Samstarvið við Sendistovuna hevur verið fyrimyndarligt, har teir við tryggum hondum hava loftað einhvørjum tørvi vit havt á ferðini seinastu árini, hetta hvørt tað hevur verið í mun til heimasíðu, dystarlýsingar ella branding av øllum slag, viðmerkir Jógvan Emil.

– Christian Nagata viðmerkir til nýggja sáttmálan, at sum viðleikari hevur tað eisini verið spennandi at vera við á framfýsnu hondbóltsferðini seinastu árini. Krøvini kring branding til altjóða dystir er hækkað, so hvørt sum landsliðini hava spælt á hægri stigi. Her hava vit roynt at fáa føroyska hondbóltin at skína og vísa seg í besta hami, og tað haldi eg hevur eydnast rættiliga væl.

Sáttmálin er galdandi fram til 2028. 

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni