Mánadagin, 4. mai kl. 10.00, koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu

Ætlar tú til Katowice í desember 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri kvinnur, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Spodek arena?

Mánadagin, 4. mai, kl. 10.00, koma pakka-atgongumerkini tillutaði HSF til sølu. Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Verða øll pakka-atgongumerkini ikki seld, koma dagsatgongumerki til sølu seinni.

Dystirnir í bólkinum liggja soleiðis, talan er um lokala pólska tíð:
Leygardagin 5. desember: Kl. 18.00 Frakland – Pólland og kl. 20.30 Føroyar – Ukraina
Mánadagin 7. desember: Kl. 18.00 Pólland – Ukraina og kl. 20.30 Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. desember: Kl. 18.000 Føroyar– Pólland og Kl. 20.30 Ukraina – Frakland

Mánadagin, 4. mai, kl. 10.00, ber til at keypa ígjøgnum hetta leinki. Tøppa “EURO-FAR” í promotion code teigin, tá koma føroysku plássini fram.
https://www.eventim.pl/en/promotion/183056/?affiliate=P2W

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni