Kyndil føroyameistarar 2026

Kvinnurnar hjá Kyndli tryggjaðu sær í kvøld SMS FM-heitið 2026, hetta eftir fjórðu finaluna móti VÍF. Hetta er 10. FM-heitið hjá kyndlakvinnum.

Dysturin í Vestmanna í kvøld var tættur, men høvdu Kyndil allatíðina nøsina frammanfyri. Fyri fullsettari høll í Vestmanna, kempaðu liðini við øllum tær høvdu, og vóru vestmannakvinnur um reppið at eta leiðsluna hjá Kyndli móti leikloki. Tær grønu hildu tó høvdið kalt, og kunnu nú kalla seg greipuvinnarar 2026. Kyndil hevur vunnið alt hetta kappingarárið, fyrst Lionsbikarið, síðani steypakappingina, so deildina og nú FM-heitið.

Úrslitini í finalunum vóru hesi:
26.04.26 Kyndil – VÍF 29-27
29.04.26 VÍF – Kyndil 35-34
02.05.26 Kyndil – VÍF 29-27
06.05.26 VÍF – Kyndil 28-30

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni