Faxe Kondi kappingin til 2030

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

Tað vóru Gunnar Mohr, stjóri í PM Heilsølu og Gunn Ellefsen, forkvinna í Starvsnevndini hjá HSF, sum saman við landsliðsleikarunum Eliasi á Skipagøtu og Rannvá Olsen, hittust undan dystinum, har sáttmálin eisini var undirskrivaður.

– Gunn Ellefsen viðmerkir, «samstarvið um Faxe Kondi kappingina hevur riggað sera væl og er ment so líðandi í felag. Hvørt ár merkja vit ein serligan spenning millum leikarar og hondbóltsfjepparar upp til steypafinalurnar. Familjur, ung og gomul leita sær í høllina at heppa uppá okkara dugnaligu leikarar, sum sleppa at skína í besta kastljósi.»

– “Í dag heppa vit uppá manslandsliðið Við Tjarnir, men eg haldi eg tori at siga, at eg havi sæð flestu av hesum leikarunum í onkrari steypafinalu upp í gjøgnum árini, tað veri seg hjá ungdóminum ella teimum vaksnu, sigur Gunnar Mohr. “Tað er hugaligt at síggja, hvussu langt teir eru komnir, har teir flestu spæla, ella hava spælt uttanlands, og her hava steypafinalurnar eisini verið eitt stig á hondbóltsleiðini»

Steypafinalurnar 2027 vera vikuskiftið 19. – 21. februar.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni