Føroyar vóru við eina langa løtu, og spældu fult upp við Norra. Speikst sum tað er, var tað sjey ímóti seks spæli hjá Norra sum gjørdi at munurin bleiv stórur.
Fyrstu løtuna var Norra omaná. Føroyar høvdu trupult við at spæla seg ígjøgnum sterku verjuna hjá Norra. Dysturin setti seg, og so vóru Føroyar við. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var javnleikur, og Føroyar høvdu funnið flogið. Tá Lýðar í Dímun kom í gongd, var dysturin púra javnur, og okkara sóu, og tóku, teir møguleikar sum teir fingu. Filip Haldansen spældi eisini væl hesa løtuna, og hetta ørkymlaði norðmenn.
Stutt fyri steðgin legði Pauli Rasmussen Føroyar á odda 13-12, og serliga onnur bylgjan hjá báðum liðunum revsaði hvørt annað hart. Vit høvdu møguleika at javna tá fá sekund vóru eftir av fyrra hálvleiki, men ein teknisk villa gav norðmonnum møguleika at leggja seg á odda við tveimum. Hesum tóku teir av, og øktu til 14-16 í steðginum.
Føroyar komu væl í gongd í seinna hálvleiki. Eftir fimm minuttir var javnleikur. Norðmenn drógu frá í løtum, men Føroyar megnaðu at halda fast eina langa løtu. So gekk orkan undan. Norðmenn fóru at spæla sjey ímóti seks, og hetta eydnaðist væl hjá teimum. Norra er vanliga ikki eitt lið sum brúkar hetta vápnið nógv, og tað sást at hetta skakaði føroyingar.
Dysturin bylgjaði aftur og fram, men munurin var millum trý og fimm mál. Jákup Egholm fekk fleiri mál seinastu løtuna, eftir hann hevði verið væl ansaður næstan allan dystin.
Eitt fínt avrik frá Føroyingum, har okkara í longum løtum spældu framúr spæl, við nógvari ferð og spæli á høgum tekniskum støði.
Lýðar í Dímun varð kosin besti leikari fyri Føroyar.
Føroyar spæla ímóti Eysturríki ella Portugal sunnudagin. Hesin dysturin er um 11. plássið í kappingini.
Dystargongdin Norra – Føroyar
10 min. 4-2
20 min. 10-8
30 min. 16-14
40 min- 21-20
50 min. 30-25
60 min. 37-32
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 8 (3)
Lýðar í Dímun 7
Filip Haldansen 4
Erling Erlendsson 4
Magnus Árason 3
Rúnar Hammer 3
Pauli Rasmussen 2
William Napoleon Djurhuus 1
Málverjar:
Bjarni Gunnarson Jacobsen. 20 min.
Ingi Johannesen. 40 min. 10 bjargingar


Mynd: FRH
