U18-menn: Góður vinardystur hóast tap

Hóast tepurt tap, so sýndu føroysku U18-mennirnir gott spæl móti sterku Íslendingunum í fyrra venjingardystinum millum liðini. Ísland vann 32-28, eftir at liðini vóru ájøvn 14-14 í hálvleikinum.

Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men vunnu íslendingar sær eina lítla leiðslu um miðjan hálvleik, har okkara vóru óhepnir við villum og brendum skotum trimum álopum á rað. Talan er um ein sterkan íslendskan árgang, og sýndu teir eisini hetta í leiki við góðum, knøppum spæli og við krops- og skotstyrki. Føroyska verjan ernaðist tó so líðandi og stóð heilt væl í løtum. Føroyar fóru yvir til at spæla 7 móti 6 og hepnaðist hetta væl, har Boas Ellefsen á Skipagøtu stýrdi, og Teitur Hellisdal Poulsen skoraði tríggjar ferðir á rað á vinstra vongi. Føroyar vunnu íslendsku leiðsluna aftur og fóru liðini til hálvleiks við 14-14.

Føroyingar skiftu nógv út í dystinum, serliga í seinna hálvleiki. Rútman fór nakað av lagi í løtum og vóru heldur fleiri villur í seinna hálvleiki. Ísland hevði munin allan seinna hálvleik, hóast hann ikki var stórur. Ársins leikari í Burn deildini 2025-26, Boas Ellefsen á Skipagøtu, var mest eyðsýndur í føroyska álopinum og gjørdi hann 11 mál í dag. Ísland hevði munin seinastu løtuna og endaði dysturin 32-28.

Vinardystirnir eru liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, sum verður í Beograd í Serbia í døgunum 29. juli til 9. august. Liðini møtast aftur í morgin kl. 17.00, føroyska tíð og kunnu stroymast her:
Spiideo Play

Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min. 3-2
10 min. 5-5
15 min. 8-5
20 min. 11-8
25 min. 12-10
30 min. 14-14
35 min. 17-16
40 min. 20-18
45 min. 23-22
50. min 26-24
55 min. 30-27
60 min. 32-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 11
Teitur Hellisdal Poulsen 4
Teitur Bogason 3
Hugin Halgirsson 2
Jóan Petur Mortensen 2
Ragnar Heinason 2
Gabriel S. Árnason 2
Axel Holm Simonsen 1
Mortan Eyðunarson 1

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 35 min., 7 bjargingar
Jákup Arngrímsson Müller, 25 min. 6 bjargingar

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

U18-menn: Góður vinardystur hóast tap

18. juli 2026

Hóast tepurt tap, so sýndu føroysku U18-mennirnir gott spæl móti sterku Íslendingunum í fyrra venjingardystinum millum liðini. Ísland vann 32-28, eftir at liðini vóru ájøvn 14-14 í hálvleikinum. Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men vunnu íslendingar sær eina lítla leiðslu um miðjan hálvleik, har okkara vóru óhepnir við villum og brendum skotum trimum álopum […]

U20-menn: Fullu móti endanum

17. juli 2026

Føroyar vóru við eina langa løtu, og spældu fult upp við Norra. Speikst sum tað er, var tað sjey ímóti seks spæli hjá Norra sum gjørdi at munurin bleiv stórur.

Ein loysn frá Sendistovuni