B dómaraskeið

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Á skeiðinum verða hondbóltsreglar og tulkingar fyri eldri ungdóm og vaksnamannadeildirnar gjøgnumgingnar, við fokus á truplar støður, ið kunnu koma fyri í viðkomandi deildum. Skeiðið endar við skrivligari B – regultest.

Øll sum døma U18 og 1. deild skulu frá kappingarárinum 2026/27 hava tikið B – dómaraskeið og hava góðkenda B – regultest fyri at døma.

Skeiðslongd: 4 tímar, íroknað B – regultest og eina máltíð
Skeiðsgjald: 395,00 kr. pr. dómara, rokning verður send feløgunum.
Tilmelding: Dómaraskeið (B)

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni